2018-08-02 08:24
Stóra jarnbreytarstøðin í Keypmannahavn, Københavns Hovedbanegård, lat í gjárkvøldið aftur í tveir tímar, tí at løgreglan leitaði eftir einum fanga, sum er rýmdur.
Jarnbreytarstøðin var stongd í tveir tímar, meðan løgreglan arbeiddi á staðnum. Sagt verður, at fangin ikki er vandamikil, skrivar DR.
Jarnbreytarstøðin lat upp aftur klokkan 23 lokala tíð, men tá var fangin enn ikki funnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald