2019-06-18 11:43
Um 18 tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan úr Vágunum um at ein borgari hevði funnið eina granat.
Tað var ein staðkendur persónur, sum hevði verið úti í haganum, har fólk vanliga ikki kemur, sum fann granatina.
Granatin, sum allarhelst stavar frá Seinna heimsbardaga, var ikki brostin og sá heilt óskadd út.
Granatin liggur á staðið sum ikki beinleiðis er farbart og har fólk vanliga ikki ganga. Tí hevur løgreglan ikki sperra økið av.
Tá talan er um krút og spreingievni, setti løgreglan seg í samband við danska hervaldið um at handfara granatina. Spurningurin er um granatin skal spreingjast ella flytast. Løgreglan bíðar eftir svari frá dønum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald