Innanlands

Fara aftur út at leita í dag

Í dag fer løgreglan at gera enn eina roynd at finna ferðamannin, sum hvarv í Fugloy fríggjadagin

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-13 09:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fer løgreglan aftur út at leita eftir ferðmananninum, sum hvarv í Fugloy fyrradagin.

Løgreglan leitaði í allan gjár saman við staðkendum fólki, tyrlu og hundum, men ikki eydnaðist tað teimum at finna mannin.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey fara at byrja aftur at leita skjótt.

Ferðamaðurin kom til Fugloyar við tyrluni um middagsleitið fríggjadagin, og síðan tá hevur eingin sæð hann. Meiningin var, at hann skuldi inn aftur við Rituni sama dag, men tá møtti hann ikki upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder