Aftur í ár fer Sunda kommuna at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiðið, sum er til gangs fyri borgararnar í kommununi.
Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 13. – 22. september 2024.
Sunda kommuna bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2024. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt og hvussu man metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi.
Uppskotini skulu sendast til [email protected] innan fríggjadagin 30. august kl. 12.
Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.
Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella ikki at velja nakað av teimum.
Tey, sum fyrr hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu eru:
2023 Magnus á Stongum
2022 Stakkurin
2021 Sofus Debes Johannesen
2019 Andrass Midjord
2018 Edmund Joensen
2017 Leguhúsið í Nesvík
2016 Hósvíkar Róðrarfelag
2015 Nicolina av Kamarinum
2014 Johannes Johannesen
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
2012 Asfinn Sigvardsen
2011 Esmar Dahl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald