2019-03-28 12:13
Á býráðsfundi í Runavíkar kommunu í kvøld fer Vinnu- og havnarnevndin at mæla til, at peningur frá Kongshavnar havnarstýri verður játtaður til at kanna ljóð- og luftdálking frá skipum, sum koma á Skálafjørðin.
Í februar samtykti Runavíkar býráð at heita á Kongshavnar havnarstýri um at fíggja kanningina, skrivar KVF. Havnarstýrið viðgjørdi áheitanina og spurdi allar kommunurnar á Skálafjørðinum, um tær taka undir við at havnarstýrið rindar kanningina.
Í kvøld skal Runavíkar býráð so viðgera tilmæli hjá Vinnu- og havnarnevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald