Innanlands

Fara at lata tilhaldsstað til ung við rúsmisnýtslu upp í 2026

3,5 milliónir verða settar av í fíggjarlógini fyri næsta ár - tilhaldsstaðið verður mett at at kosta átta milliónir krónur. Hetta snýr seg um at lofta ungum í truplum støðum

- Hetta er ein týðandi raðfesting fyri ung, sum annars standa í vanda fyri at missa fótin í lívinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Hetta er ein týðandi raðfesting fyri ung, sum annars standa í vanda fyri at missa fótin í lívinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-10-01 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ung við umfatandi trupulleikum verða ikki nóg væl loftaði í verandi skipanum.

Hetta staðfestir Almanna- og Mentamálaráðið á heimasíðu sínari, í sambandi við at eitt nýtt tilboð eftir ætlan kemur næsta ár.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026, sum varð lagt fram í gjár, eru 3,5 milliónir krónar settar av til at gera eitt tilhaldsstað til ung við umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnis trupulleikum.

Heimasíðan ammr.fo skrivar, at verandi játtan til RóWT, saman við raðfestingini á 3,5 milliónir krónur í fíggjarlógaruppskotinum og fígging frá samstarvspartum, fara at fíggja nýggja tilhaldsstaðið. Talan verður tó ikki um fult virksemið í 2026, tí skulu 500 tús.kr. játtast aftrat í fíggjarlógini fyri 2027.

RóWT er eitt tilboð til ung í aldrinum 18-30 ár við víðfevndum sálarligum og sosialum trupulleikum, umframt rúsdrekka- og/ella rúsevnistrupulleikum.

Letur upp í apríl - skipað við samstarvi

Tilhaldstaðið verður skipað undir Almannaverkinum í tøttum samstarvi við Psykiatriska depilinum, rúsviðgerðarstovnunum og Kriminalforsorgina.

Verandi tænastur hjá RóWT verða samantvinnaðar við virksemið í húsinum, og talan verður um eina 24/7 tænastu. Virksemið fevnir eisini um eina útitænastu, sum skal virka út frá tilhaldsstaðnum.

- Eg eri fegin um, at vit nú hava fíggjarligu karmarnar til at fara undir arbeiðið, og at vit longu í heyst seta arbeiðsbólkin, sum skal leggja lunnar undir skipanina. Hetta er ein týðandi raðfesting fyri ung, sum annars standa í vanda fyri at missa fótin í lívinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Tilhaldsstaðið fer eftir ætlan at lata upp umleið í apríl 2026, skrivar Almanna- og Mentamálaráðið at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder