Innanlands

173 milliónir krónur í halli

Ruth Vang landsstýriskvinna hevur júst lagt fíggjarlógaruppskot fram við lyfti um at lækka mvg á grønmeti og barnablæum og avgjaldshækking á snúsi og tubbaki

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-30 10:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ruth Vang landsstýriskvinna hevur júst lagt fíggjarlógina fyri komandi ár fram á einum tiltaki í Smæruni í Havn.

Høvuðstølini siga, at tað verður við einum halli á 173 milliónir krónur. Tað er ikki óvæntað at hall verður, men landsstýriskvinnan kundi tó fegnast um, at halli verður minni, enn hvat mett var, tá fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram í ár. Tá var roknað við einum halli á 200 milliónir krónur.

Hóast búskapurin hevur tað gott, arbeiðsloysið er lágt og virksemið stórt, so eru avbjóðingar við inntøkunum hjá landskassanum, og hetta skyldast fyrst av øllum, at laksaprísirnir eru lágir í løtuni, og tí verður roknað við munandi minni inntøkum í partafelagsskatti og vinningsbýtisskatti, segði Ruth Vang.

Uppskotið byggir á ein vøkstur í almenna rakstrinum á 3,5 prosent.

Ungdómurin og tað at fáa ung og barnafamiljur at flyta heimaftur er høvuðsmál hjá landsstýrið í hesum fíggjarlógaruppskotinum.

Hægri lestrarstuðul

Tí fer landsstýrið nú at hækka lestrarstuðulin við túsund krónum um mánaðin, so at lestrarstuðulin kemur upp á danskt støði. Eisini fer landsstýrið at seta pengar av til at byggja ungdóms- og lestraríbúðir á Eirargarði.

Fyri at bjóða íbúðartrotinum av, fer landsstýrið at gera skipanir at gera tað truplari at leiga út gjøgnum air bnb-líknandi skipanir. Endamálið verður at forða fyri, at privat og fyritøkur kunnu keypa íbúðir upp, fyri at gera hotell-líknandi tilboð til ferðafólk.

Eisini fáa kommunurnar heimild at taka gjald fyri staðfestar útreiðslur av tómum húsum og til at áseta bústaðarskyldu á nýggjum útstykkingum.

Hægri barnafrádráttur og bíligari bæður

Fyri barnafamiljur verður barnafrádrátturin hækkaður upp í 1.500 krónur fyri børn undir skúlaaldur og 1.000 krónur fyri børn í skúlaaldri.

Eisini verður meirvirðisgjaldið lækkað fyri epli, grønmeti og barnablæur. Samstundis verður lagt uppskot um at hækka avgjaldi á sjúsi við 20 krónur pr. dós og fyri sigarettir við 6 krónum fyri pakkan.

[object Object]Frá framløguni í Smæruni fyrrapartin. Á myndini Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, Dennis Holm, tingmaður, og Jóhan Christiansen, landsstýrismaður. Aftanfyri Aksel V. Johannesen, løgmaður  (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dentur lagdur á haldføri og ungdómin

Fíggjarmálaráðið hevur júst sent út tíðindaskriv um fíggjarlógina, sum er soljóðandi:

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 leggur dent á at tryggja haldførið í almenna búskapinum og betra umstøðurnar hjá barnafamiljum og ungdóminum

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um løgtingsfíggjarlóg 2026.

Í uppskotinum er samlaði útreiðslukarmurin 7.720 mió. kr. og inntøkurnar eru 7.547 mió. kr. Tað merkir, at hallið í hesum fíggjarlógaruppskoti verður 173 mió. kr.

Nýggjastu inntøkumetingarnar fyri 2026 vísa nakað lægri inntøkur enn roknað varð við í játtanarkørmunum í vár. Tí er metingin lækkað knappar 90 mió. kr. Orsøkin er lágu laksaprísirnir í ár, sum hava við sær, at landskassin fer at fáa væl minni inn í partafelagsskatti og kapitalvinningsskatti enn roknað varð við fyrr í ár.

Føroyski búskapurin er kortini væl fyri við lágum arbeiðsloysi og stórum arbeiðsvirkni. Fíggjarmálaráðið metir, at útlit eru til ein hóvligan og varisligan búskaparvøkstur næstu 1-2 árini. Tó eru ávísar óvissur í slíkum metingum, serliga tí broyttar umstøður innan toll og altjóða handil kunnu ávirka gongdina í heimsbúskapinum.

Bygningar og samferðsla

Sum vant er nógv tann størsti parturin av útreiðslunum í fíggjarlógini rakstrarútreiðslur. Rakstrarkarmurin í 2026 er 7.153 mió. kr, og løgur og løgukendar útreiðslur eru 567 mió. kr. Nærum helvtin av løgunum fer til bygningar, m.a. bústovnar, Fróðskaparsetrið, Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús og goymslubygning til Tjóðsavnið.

Eisini verður peningur játtaður til samferðslukervið. Nevnast kann Suðuroyartunnil, brúnna um Streymin og strandfaraskip.

Gjørdar verða ávísar sparingar fyri at lækka rakstrarkostnaðin, og á inntøkusíðuni verður eitt nú hægri avgjald lagt á snús og tubbak og MVG frádrátturin fyri leigubilar verður broyttur.

Haldførið skal styrkjast

Neyðugt er at gera nakað við haldførisavbjóðingina hjá almennu kassunum. Búskaparráðið kom í 2024 við fýra tilmælum um at styrkja fíggjarpolitiska haldførið, nevniliga at hækka pensjónsaldurin, effektivisera eldraøkið, seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk og minka um fráflytingina.

Landsstýrið ætlar, at pensjónsaldurin skal hækka, og eitt fíggjarpolitiskt regluverk er sent í almenna hoyring, sum hevur til endamáls at seta hámark fyri rakstrarútreiðslurnar hjá landinum.

Fleiri av raðfestingunum í fíggjarlógaruppskotinum leggja dent á at betra umstøðurnar hjá barnafamiljum og ungdómi í Føroyum, m.a. øktur barnafrádráttur, hægri lestrarstuðul og at lata ávísar gerandisvørur sleppa undan meirvirðisgjaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder