Innanlands

Fara at vita um áhugi framhaldandi er fyri at hava eitt darttilboð í Vági

Virkin Vágur 2023 fer av álvara bakkastokki í morgin, og millum annað verður dartkvøld í hølunum hjá Vágs Handverkarafelag hvørt mikukvøld frá klokkan 19

Í alt eru 92 tiltøk á skránni í samband við Virkin Vágur, og flestu av hesum tiltøkum eru ókeypis (Mynd: Bjartur Vest)

Í alt eru 92 tiltøk á skránni í samband við Virkin Vágur, og flestu av hesum tiltøkum eru ókeypis (Mynd: Bjartur Vest)

2023-01-31 19:36 Author image
Agnar Prestá

Virkin Vágur er heitið á tiltakinum, ið Vágs kommuna skipar fyri allan februar mánaða saman við ABC fyri sálarligari heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum. 

Í samband við Virkin Vágur verður millum annað skipað fyri dartkvøldum í húsinum hjá Vágs Handverkarafelag. Talan er um eitt kvøld um vikuna, har fólk hava møguleika at møtast til hugna, samveru og dartspæl, skrivar Vágs kommua á heimasíðu sínari.

Hetta er samstundis er eisini ein roynd til at vita, um áhugi er fyri at framhaldandi at hava eitt darttilboð í Vági.

Í februar verður dart hvørt ónskvøld (mikukvøld) klokkan 19.00 í húsinum hjá Vágs Hondverkarafelag. Fólk skulu sjálvi hava dartpílar við, skrivar vagur.fo.

Í alt eru 92 tiltøk í skránni næsta mánaðin í Vági, og flestu av hesum tiltøkum eru ókeypis. Øll skráin sæst her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald