Innanlands

Fara í gongd um tvær vikur

Tórshavnar býráð samtykti í gjár at nýggj kirkja kann byggjast á Argjum, og um tvær vikur kann farast í gongd

2025-05-23 19:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð byggiloyvi til nýggja kirkju á Argjum samtykt.

Nú skal endalig góðkenning koma frá Mentamálaráðnum áðrenn farast kann í gongd, men tað verður væntandi ikki leingi, heldur Rúni Hentze, formaður í Kirkjuráðnum á Argjum.

Tað sigur hann við útvarpið.

Upprunaliga ætlanin at byggja kirkjuna varð útsett tríggjar mánaðir tí øll loyvi ikki vóru upp á pláss.

Men um einar tvær vikur, 5. juni, kann farast í gongd við at fyrireika byggingina. Hetta tó treytað av, at loyvi er komið frá Mentamálaráðnum.

Sí eisini: Myndir: Soleiðis skal nýggja kirkjan á Argjum síggja út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder