2018-08-24 13:55
Eftir at hava vitjað á Kirkju og í Hattarvík gongur leiðin nú til Kalsoyar, har vitjað verður í Mikladali.
Sambært skránni kemur krúnprinsfamiljan til Mikladals klokkan 15:35 við tyrlu, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri og frúan taka ímóti.
Síðani verður spákað oman til standmyndina av Kópakonuni. Ingibjørg Hansen sangari, ið er uppvaksin í húsunum, haðanI kópakona var, framførir niðri við standmyndina.
Eftir tað verður kósin sett móti Klaksvík aftur, og í kvøld er borgarstjórin í Klaksvík vertur fyri døgurða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald