Innanlands

Fara nú undir annað umfar í firmakappingini

Hósdagin verður fyrsti dystur í øðrum umfari í firmakappingini á FM1

2026-06-22 17:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Firmakappingin á FM1 hevur koyrt við rúkandi ferð seinastu vikurnar og hesa vikuna verður farið undir annað umfar.

Ætlanin var, at 24 lið skuldu luttaka í kappingini, men tvey lið trektu seg brádliga úr kappingini og tískil mátti lutakast til í tveimum førum fyri at fáa kappingina at ganga upp.

Lutakast var millum tey ellivu liðini, sum vóru eftir aftaná fyrsta umfar, og tað verður Tunnil.fo sum sleppur beinleiðis víðari til triðja umfar.

Við Tunnil.fo verða tað harvið seks lið sum kappast í triðja umfari, og fyri at fáa hálvfinalurnar at ganga upp er avgerð tikin um, at taparin við flest stigum hetta umfarið víðari.

Dystirnir í øðrum umfari

25. juni kl. 15:05 Hotel Brandan móti Sunda kommuna
25. juni kl. 15:30 Íverksetarahúsið móti Gjaldstovuni
30. juni kl. 15:05 Betri Trygging - Faroe Ship
30. juni kl. 15:30 Tórshavnar sløkkilið - RV Tøkni
2. juli kl. 15:05. Nema - Magn
Tunnil.fo situr yvir

--

Vinnarin av finaluni vinnur gisting til 12 persónar á Hotel Brandan við máltíð á Húsagarði. Fyritøkan ella stovnurin á øðrum plássi vinnur ein túr við Rib62 fyri 12 persónar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder