2019-05-13 12:20
Í farnu viku vórðu sprongdir 86 metrar í alt. Nú eru sprongdir 10.999 metrar og 239 metrar eru eftir at spreingja. Spreingingin móti Rókini er nú liðug og ætlandi verður skoti í gjøgnum millum Eysturoynna og Streymoynna um mánaðarskifti mei - juni.
Á Hvítanesi vórði sprongdir 47 metrar í farnu viku. Í alt eru nú sprongdir 5.161 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 31 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 2.060 metrar.
Og frá rundkoyringini og móti Rókinini vóru í farnu viku sprongdir teir seinastu átta metrarnir. Har eru í alt sprongdir 2.153 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald