Innanlands

Fara undir at skipa økið í Vágsbotni

Tórshavnar býráð skal í annaðkvøld taka støðu til at játta eina miljón til prosjektering av Vágsbotni

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-06-19 14:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Skipan av økinum í Vágsbotni er ein liður í miðbýarætlanini í Tórshavnar kommunu. Átøk eru gjørd í Vágsbotni, sum hava virkað til, at býarlívið er nógv vaksið í økinum - serliga um summarið. Trappan, søluplintar, kaféir við uttandura borðreiðing, gistingarhús, handlar og stuttleikabátar seta sín hugnaliga og maritima dám á økið. 

Vágsbotnur er sostatt ein sterkur miðdepil í miðbýnum, har fleiri funktiónir møtast. Men torgið og uttanumøkið er í dag ikki serliga væl skipað í mun til hvørt annað og virksemið á staðnum, ferðslu, trygd v.m., og tað vantar ein betri skipan og ein heildarloysn fyri økið. Karmarnir til gerandislívið skulu eisini tryggjast og styrkjast, skrivar Tórshavnar kommuna. 

Torgið kann skapa betri møguleikar til uttanduravirksemi, sum t.d. marknaðardagar, borðreiðing og spæl. Ein partur skal framvegis nýtast til bilferðslu til Skálatrøð, men ynskið er at flyta koyribreytina fyri at skapa eitt størri samanhangandi og vælvirkandi torg. 

Mælt verður nú til at íverkseta projektering til skipan av økinum í Vágsbotni og at fara í holt aftur við fyrireikandi arbeiðið. Býráðið skal tí hóskvøldið taka støðu til at játta eina miljón til prosjekteringina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder