Tórshavnar kommuna fer í dag undir 2. stig av útstykkingararbeiðinum á Klingrutjørn II á Argjum.
Í hesum sambandi verður farið undir at spreingja í økinum. Spreingiarbeiðið er mett at taka umleið tríggjar mánaðir og verður væntandi liðugt um mánaðarskiftið november/desember. Sprongt verður í dagtímunum gerandisdagar millum kl. 9 og 15. Ymiskt er, hvussu ofta sprongt verður, men roknast kann við, at ávísar dagar verður talan um fimm skot um dagin.
Articon, ið er arbeiðstakari og stendur fyri útstykkingararbeiðinum fyri Tórshavnar kommunu, hevur tikið øll neyðug trygdarfyrivarni í sambandi við spreingiarbeiðið. Tórshavnar kommuna hevur harumframt teknað tær tryggingar, ið krevjast, áðrenn slík arbeiði fara í gongd. Fólk, bygningar og bilar eru fevnd av teimum tryggingum, ið eru teknaðar.
At byrja við verður sprongt í ovara økinum omanfyri útstykkingarvegin, og sum frálíður verður sprongt niðanfyri útstykkingarvegin, nærri verandi útstykking undir Kongavarða.
Tá ið liðugt er at spreingja, verður farið undir at planera tey 45 grundøkini í útstykkingini, ið skulu handast Tórshavnar kommunu 1. august 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald