Innanlands

Fara undir uppstigan av Steinatúni

Torgið í Steinatúni skal verða meiri vinarligt fyri sjónveik og rørslutarnaði

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-02 08:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Zeta Architects gjørdu uppskotið til eina uppstigan av torginum í Steinatúni, sum tekur atlit til leiðlinjur fyri sjónveik, atgongd fyri rørslutarnað, gliðtrygga yvirflatu, tunga ferðslu og stødd á flísum. Størri krøv eru somuleiðis sett til nýggjar flísar. 

Steinatún er ein liður í eini størri heild, og hava Zeta somuleiðis gjørt uppskot til nýggja flísaálegging á gongugøtuni, frá Steinatúni og oman til Vaglið. Fyri at skapa eina betri og samanhangandi heildarmynd av miðbýnum tørvar gongugøtan somuleiðis eina uppstigan, og ber hon bráð av nógvum sløgum av flísum, brotnaðum flísum og einum sundurskildum býarrúmi, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu herfyri til at taka av einum tilboði fyri býartorgið frá Húsavarðartænastuni - sum umfatar hálvtak á býartorginum og dagføring av torginum - og at játta pening til endamálið. Hetta varð einmælt samtykt í býráðnum í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder