Innanlands

Fara upp á gólv trettandakvøld

Leygarkvøldið skipar Tøkum lætt fyri vælumtókta trettandakvøldsdansinum í Sjónleikarhúsinum

(Mynd: Tøkum lætt)

(Mynd: Tøkum lætt)

2023-01-03 13:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið tann 7. januar kl. 21.30 skipar Tøkum lætt fyri vælumtókta 13. kvølds dansinum í Sjónleikarahúsinum. Hetta er eitt tiltak, sum altíð hevur verið sera væl vitja.

Fólk koma alla staðni frá, bæði frá bygd og bý og dansurin hevur gingið stak væl.

- Fyri 28 árum síðani vildu vit í Tøkum lætt gera eina roynd at fáa lív í hetta gamla dansikvøldið aftur, og tað vísti seg at vera nakað, sum fólk hava verið sera glað fyri og tikið undir við. 

Tey fyrstu árinum var tiltakið í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag. Seinni varð flutt út í Róðrarneystið á Argjum, men tey síðstu nógvu árini hevur 13. kvøldsdansur verið í Sjónleikarhúsinum, og soleiðis verður eisini í ár.

13. kvølds dansur hevur verið á hvørjum ári øll hesi árini, men sum øll vita órógvaði korona alt, og tí hevur verið steðgur seinastu tvey ár.

Kostnaðurin er 100 kr, íroknað er smurt breyð við føroyskum viðskeri, kaffi og te.

Byrjað verður kl. 21.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder