Farmaskip til Suðuroynna og bíligari ella ókeypis tunnilsgjald

Samferðslupakkin hjá landsstýrinum inniheldur eisini ein hækkan av bensinavgjaldinum og vegskattinum og sølu av landskassans partabrøvu í Smyril Line og Tjaldur. Eisini er ætlanin at leggja Strandfaraskip Landsins í partafelag

Jørgen Niclasen, samferðslu- og fíggjarmálaráðharri (Mynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen, samferðslu- og fíggjarmálaráðharri (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-10 14:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samferðsla er ein spurningur um trivnað og trygd fyri landsins borgarar. Tí skal tað gerast smidligari at ferðast í Føroyum.

Hetta er útgangsstøðið í arbeiðinum, sum liggur aftan fyri samfeðslupakkan hjá landsstýrinum, ið varð lagdur fram á kunnandi fundi í Tinganesi í morgun.

Talan er um ein pakka av lógaruppskotum, ið eru borin í tingið. Ikki tí tey neyðturviliga skulu skundast ígjøgnum innan ársskiftið, men av tí at skipaninar kunnu fáa gildi frá 1. januar at rokna.

Í høvuðsheitum snýr tað seg um at loyst tríggjar avbjóðingar:

- Í fyrsta lagi at loysa fløskuhálsin við farmaflutningi um Suðuroyarfjørð.

- Í øðrum lagi at fáa fleiri bilar at brúka nýggja Eysturoyartunnilin

- Og í triðja lagið at sleppa av við gjaldsskipanina í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum, ið eru útgoldnir.

Leiga ella keypa skip - "Hasfjord-loysn"
Kanska longu í næstu viku fæst at vita hvat tað er fyri skip, sum landsstýrið hevur í kvittanum at sigla við farmi millum Suðuroynna og Havnina.

Jørgen Niclasen greiddi á tíðindafundinum fyrrapartin frá, at samráðingar hava verið við flutningsfeløgini, sum virka á føroyska marknaðinum, um at hjálpa til við at loysa avbjóðingina, men komið var ikki fram til nakra loysn, serliga tí at júst hesin flutningsmarknaðurin hevur upplivað stóran vøkstur seinastu tíðina.

Men leiga ella keyp av einum skipi er ein møguleiki, sum kann loysa seg  - serliga tá sammett verður við, hvat eitt avloysaraskip fyri Smyril kemur at kosta, tá Smyril skjótt skal dokkast í fimm, kanska seks vikur.

- Vit eru í samráðingum um eitt egnað skip til hesa, skulu vit kalla tað Hasfjord-loysnina. Kanska hava vit fingið eina avtalu upp á pláss longu í komandi viku, segði Jørgen Niclasen á tíðindafundinum.

Minni í tunnilsgjaldi - meira í bensingjaldi og vegskatti
Viðvíkjandi gjaldinum til undirsjóvartunnlarnar, liggur tað í kortunum, at tað framyvir skal gerast ókeypis at brúka tunnlarnar til Vágar og Norðoyar.

Eisini verður gjørt ein skipan við Eysturoyartunnlin, sum setir eina pendlaraskipan í verk aftur fyri ein árligan stuðul á 7 milliónir krónur.

Sí: Ætlanir um príslækking fyri pendlarar í Eysturoyartunnlinum 

Aftur fyri hetta verður ferðaavgjaldsskipanin nú broytt soleiðis, at tað ikki longur verður veittur ferðastuðul fyri tunnilsgjald, men bara fyri kilometrarnar, og bara fyri styttstu leið. So teir bilar, sum framyvir velja at koyra gjøgnum Sundalagið fáa ferðastuðul sambært teininum gjøgnum eysturoyartunnlin, um tað er stytsta leið.

Til at fíggja hesum, er eisini ætlanin at hækka avgjaldið fyri brennievni og at hækka vegskattin fyri persónbilar.

Vegskatturin hækkar 300 krónur pr. persónbil um árið, og avgjaldið á brennievni hækkar 13 oyru fyri liturin.

Skrúvað verður eisini upp á farmagjaldið, so meirinntøkurnar haðani verður 5 milliónir krónur árliga, upplýsti Jørgen Niclasen.

Selja partabrøv
Inntøkurnar og sparingarnar av hesum verða 40 um milliónir krónir árliga, sum verður mett at vera nett tað sama, sum tað fer at kostar at hava eitt nýtt farmaskip í rakstri, umframt stuðulin til eysturoyartunnilin og rakstur av hinum báðum undirsjóvartunnlunum.

Til tess at fíggja veðhaldinum til Eysturoyartunnlini - sum komandi ár væntandi er 35 milliónir krónur - umframt kostnaðin av nýggjum farmaskipi, er ætlanin at selja partabrøvini hjá landskassanum í Pf. Smyril Line og Pf. Tjaldur, ið eru mett at hava eitt virði á 86 milliónir krónur.

Strandferðslan í partafelag
Við í samferðslupakkanum er eisini ætlanin at umskipa Strandfaraskip Landssins í partafelag.

Henda ætlanin er ikki klár enn, men verður framløgd seinni, segði Jørgen Niclasen undir framløguni í dag.

Til tess at fáa hesar skipanir í verk, eru fýra lógaruppskotin borin í løgtingið umframt eitt broytingaruppskot til fíggjarlógina fyri 2022.

Einsamalla umboðið hjá Sjálvstýri á tingi, Kristin Michelsen, hevur verið við í arbeiðinum við samferðslupakkanum, og er tí samdur við samgonguflokkunum at taka undir við uppskotinum.

Hinir andstøðuflokkarnir hava ikki verið við, men sambært Jørgeni Niclasen eru teir kunnaðir um ætlanirnar, og eru positivt sinnaðir fyri uppskotinum.

Hildið verður tí ikki, at tað fara at uppstanda trupulleikar við at fáa samferðslupakkan samtyktan á løgtingi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder