Mentan

Faroe Best døgurðin útsettur

Men guidin um bestu matstovurnar í Føroyum kemur út sum ætlað

Galladøgurðin í Húsagarði er útsett til síðst í januar (Savnsmynd)

Galladøgurðin í Húsagarði er útsett til síðst í januar (Savnsmynd)

2021-11-15 13:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður onki gallatiltak, har ársins matstovur og aðrir heiðrar verða latnir á hesum sinni.

Í sambandi við at fyrsta guidin yvir bestu føroysku matstovurnar er klár til útgávu, var ætlanin at halda ein galladøgurða á matstovuni Húsagarður sunnukvøldið, har tey útvaldu nøvnini verða heiðrað.

Men orsaka av koronastøðuni verður ikki mett ráðiligt at hava haldið nú, og tað er tí útsett, til næsta ár, helst síðst í januar mánaði.

Tað er Den danske Spiseguide, og kendi matummælarin, Bent Christensen, sum hava tikið stig til tiltakið og útgávuna.

Á tiltakin var eisini ætlanin at heiðra fýra føroyingum eitt heiðurstekin, tí mett verður, at hesi hava gjørt so mikið nógv gott fyri føroysku matstovuvinnuna, at tey kunnu heiðrast við einum Ikon-heiðursbrævi.

Sjálv bókin, Faroe Best, kemur verður útgivið, sum ætlað, 22. november, og kann bíleggjast á heimasíðuni booksforcooks.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder