Innanlands

FarPay er Ársins Íverkseti 2019

Fyritøkan varð heiðrað á ársins íverksetaradegi

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-03 18:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag varð kunngjørt, at ársins íverksetara fyritøka er FarPay. Fyritøkan hevur nøkur ár á baki, men hevur tvey tey seinastu árini fingið sera góða móttøku á útlendska marknaðinum, og er í dag ein væl rikin fyritøka. Fyritøkan selur eina gjaldsskipan, har endamálið m.a. er at hjálpa kundanum at fáa pening inn til tíðina.

Nógv fólk vóru møtt til ársins íverksetaradag, og var skráin sera fjølbroytt og spennandi, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

Høvuðstalarin í ár var Þór Sigfússon, sum er íslendskur íverksetari, rithøvundur, fyrilestrarhaldari og granskari. Hann er stovnari av Ocean Cluster, Sjávarklassin, í Reykjavík. Sjávarklassin er eitt martimt íverksetarahús har íverksetarar, granskarar og smáar fyritøkur, eru samlaðar fyri at skapa størri virði innan martimu vinnuna. Í síni framløgu legði Þór Sigfússon serligan dent á týdningin av, at gott samband er millum fyritøkur og íverksetar, men mest av øllum, at íverksetar duga væl at netverka og at brúka netverkið til røttu uppgávurnar.

Tummas Justinussen, reiðari og stovnari av Skansi Offshore hugleiddi skemtiliga um lívið sum íverkseti og vinnulívsmaður. Harumframt greiddu Kirstin og Høgni Hammer frá fyritøkuni Gómagott um, hvussu teirra íverksetara ævintýr byrjaði og hvussu tey hava ment fyritøkuna til tað hon er í dag. Síðsti røðari var Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder