Fráboðaða samhugaverkfallið, sum Starvsfelagið lýsti í juni 2024 í sambandi við verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum var eitt óheimilað stríðsstig.
Tað hevur Fasti Gerðarrættur staðfest.
Tað var í november 2024, at, at Føroya Arbeiðsgevarafelag legði málið fyri Fasta Gerðarrættin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vildi hava Starvsfelagið at viðurkenna, at fráboðaða samhugaverkfallið, sum tó ikki varð sett í gildi, av tí at semja varð undirskrivað millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, var brot á friðarskylduna og tí eitt óheimilað stríðsstig.
Sáttmálasamráðingarnar vóru millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Starvsfelagið var sostatt ikki partur av samráðingunum.
Úrskurðurin hjá Fasta Gerðarrætti er soljóðandi:
– Innkærda Starvsfelagið skal viðurkenna, at tað var eitt óheimilað stríðsstig, tá Starvsfelagið við skrivi, dagfest 8. Juni 2024, boðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag frá samhugaverkfallið fyri allar limir felagsins, sum vóru umfataðir av sáttmálaøkinum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið t.e. sáttmálarnir, sum umfatað sáttmálaøkið vegna Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald