Mentan

FC Suðuroy minnist Hans Jacob Hjelm

- Vit øll mistu ein týðandi persón, ein góðan vinmann, trúfastan viðhaldsmann, hjálparfólk, frásøgumann og undangongumann

Dennis Holm og Hans Jacob Hjelm hava verið fastir frásøgumenn til heimadystir hjá FC Suðuroy seinastu árini. - Tú vart altíð klárur við eini hjálpandi hond á Eiðinum. - Altíð ja-ligur, blíður, orkuríkur

Dennis Holm og Hans Jacob Hjelm hava verið fastir frásøgumenn til heimadystir hjá FC Suðuroy seinastu árini. - Tú vart altíð klárur við eini hjálpandi hond á Eiðinum. - Altíð ja-ligur, blíður, orkuríkur

2025-03-18 16:30 Author image
Minningarorð / FC Suðuroy
placeholder

Sunnumorgunin 16. mars gjørdist ein sorgarfullur dagur.

Vit øll mistu ein týðandi persón, ein góðan vinmann, trúfastan viðhaldsmann, hjálparfólk, frásøgumann og undangongumann. Tað eru mong orð, sum kunnu lýsa kæra Hans Jacob — men orðini eru fátøk í hesum døgum.

Góði Hans Jacob, tú vart altíð klárur við eini hjálpandi hond á Eiðinum. Altíð ja-ligur, blíður, orkuríkur og altíð vart tú við til at skapa eitt gott og trygt umhvørvi fyri øll rundan um teg. Tú vart ein, ið felagið altíð kundi líta á, altíð kundi biðja um eina hjálpandi hond, og tín góði hugburður smittaði okkum øll.

Himmalin er vorðin eina bjarta stjørnu ríkari, men vit øll sita fátøk eftir. Saknurin verður ómetaliga stórur, og eitt stórt tómrúm liggur eftir her á foldum. Men bólturin fer framvegis at rulla á Eiðinum, og vit vita, at tú fylgir við, tá dystirnir verða spældir. Tú verður altíð ein partur av okkara felag.

FC Suðuroy vil takka tær, Hans Jacob, fyri alt tú hevur gjørt fyri felagið. Títt trúfesti, hjálpsemi og tín eldhugi hava sett varandi spor, og tú hevur verið ein týðandi partur í felagnum. Tú hevur verið ein, sum vit øll hava havt gleði av, og sum vit fara at sakna ómetaliga nógv.

Góðu Arnleyð, Durita og Barbaru — tit hava mist tykkara kæra mann og pápa. Vit biðja, at Harrin má styrkja tykkum í sváru sorgini. Vit standa saman við tykkum og senda tykkum okkara djúpastu samkenslu.

Æra verið minni um kæra Hans Jacob Hjelm.

Takk fyri alt.

Við takksemi og djúpari sorg,
FC Suðuroy


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder