Innanlands

Fegnast um uppskotið til nýggja fosturtøkulóg

Javnstøðunevndin og felagsskapurin Frítt Val fegnast um uppskotið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, sum leggur upp til, at avgerðarrætturin liggur hjá kvinnuni

Í Javnstøðunevndini eru Gunnhild Persson, Pætur Zachariasson, Bjørk Maria Kunoy, Jórun Gardar og Jógvan Philbrow (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Í Javnstøðunevndini eru Gunnhild Persson, Pætur Zachariasson, Bjørk Maria Kunoy, Jórun Gardar og Jógvan Philbrow (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2024-01-09 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Javnstøðunevndin fegnast um, at uppskotið til nýggja fosturtøkulóg, sum varð send til ummælis í gjár, leggur upp til, at avgerðarrætturin liggur hjá kvinnuni.

Tað sigur Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í Javnstøðunevndini, við Útvarpið.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum í lógarmálum kann ein kvinna fáa fosturtøku til og við 12. viku av viðgongutíðini, men loyvi kann eisini gevast til fosturtøku eftir 12. viku "um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda, ella um inntrivið er neyðugt fyri at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður". Uppskotið kann lesast her.

Sambært forkvinnuni í Javnstøðunevndini er 12 vikur eitt realistiskt mark.

– Tað er kanska eitt realistiskt sett mark, vísandi til, at tær flestu abortirnar verða framdar áðrenn 12. viku, sigur hon.

Eisini felagsskapurin Frítt Val, sum stríðist fyri rættinum til fría fosturtøku í Føroyum, fegnast um uppskotið.

– Frítt Val fegnast um, at uppskot er lagt fram til eina nýggja fosturtøkulóg, har útgangsstøðið er, at avgerðarrætturin til abort skal flytast til kvinnuna, skrivar felagsskapurin á Facebook.

– Høvuðsmálið hjá Fríum Vali hevur frá byrjan verið at virka fyri rættinum hjá kvinnum til at ráða yvir egnum kroppi og egnari reproduktión – harímillum at velja abort, um tær ynskja tað – uttan mun til orsøk, útbúgving, aldur, heilsustøðu, fíggjarlig kor ella aðrar umstøður.

– Hetta sjónarmiðið byggir á eitt grundleggjandi álit á, at tað er tann, sum er uppá vegin, ið kennir sína egnu støðu best og sostatt er best før fyri at taka avgerð um, hvørt hon skal hava abort ella ikki, skrivar Frítt Val.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder