Innanlands

Margit Stóra setti orð á sosialar broytingar - í New York

Á ST-ráðstevuni vóru brekrættindi, luttøka og inklusjón sett á breddan, og landsstýriskvinnan varpaði millum annað ljós á, hvussu ítróttur hevur verið við til at skunda undir sosialar broytingar í Føroyum

Stóra hevur orðið millum stóru bygningarnar í

Stóra hevur orðið millum stóru bygningarnar í "The Big Apple" (Mynd: abmr.fo)

2026-06-10 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum luttekur Margit Stóra, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, í "Conference of States Parties to the Convention on the Rights of Persons with Disabilities" (COSP).

Talan er um stóra ST-ráðstevuna, sum verður hildin "í stóra súreplinum": New York.

Har slapp Margit Stóra í gjár at seta orð á støðuna í Føroyum á einum sonevndum pitch-umfari - á Sport Drives Social Change, Nordic and Global Perspectives.

Hetta skrivar abmr.fo.

Har greiddi landsstýriskvinnan millum annað frá, hvussu Føroyar hava arbeitt fyri at skapa sosiala broyting við hjálp av ítrótti. 

Støða var millum annað tikin í kvinnufótbólti í Føroyum og stóru menningini og umboðanini har - bæði á og uttanfyri vøllin. Margit Stóra nevndi millum annað átøk hjá FSF og góðar treytir og møguleikar hjá gentum og kvinnum.

- Ítróttur kann vera ein verulig drívmegi, tá tað snýr seg um sosialar broytingar. Tað gevur møguleikar, sjálvsáliti og nógv at standa saman um.

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

Landsstýriskvinnan í almannamálum tosaði eisini um parasport, um væleydnaðu Eydnudeild Føroyar, breiðar møguleikar, og at ítrótturin als ikki bert er fyri at menna betri ítróttafólk: Tað er fyri at byggja eitt sterkari og eitt meira fevnandi samfelag.

Til ber at lesa alla røðuna her - á enskum

Millum áhoyrararnar vóru umboð fyri ítróttarfeløg og -stovnar, almenna geiran og diplomatisk umboð, sjálvbodnar felagsskapir og lokal samfeløg, umframt umboð fyri vinnulívið.

Ráðstevnan er í døgunum 9. - 11. juni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder