2019-01-24 11:01
Løgreglan gjørdi ferðamátingar í Vágatunlinum seinnapartin í gjár, og har vóru tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt.
Tann sum koyrdi skjótast, varð máldur at koyra 118 km/t. Hetta merkir, at bilførarin fekk eina treytaða frádøming av koyrikortinum, umframt eina bót á 2500 kr.
Tveir aðrir bilførarar vóru tiknir fyri at koyra 101 og 102 km/t. Hesir fingu klipp í koyrikortið og 2000 kr. í bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald