Innanlands

Felags barna- og familjugudstænasta í Marghøllini í Vági

Nú sunnudagin 22. februar kl. 11.00 bjóða kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroy til felags barna- og familjugudstænastu

2026-02-20 18:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fjør var roynt við felagsguðstænastu í Marghøllini í Vági og afturboðanirnar vóru so góðar, at nú verður tátturin tikin upp aftur.

Nú sunnudagin 22. februar kl. 11.00 bjóða kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroy til felags barna- og familjugudstænastu í Marghøllini í Vági.

Til slíkt tiltak er ymiskt á skránni og millum annað kann nevnast, sangur, søga, bøn og spæl. Tá ið guðstænasta er liðug, verður bjóðað til pizza og ein drekkamunn við onkrum søtum afturvið.

Tá ið eftirmett var í fjør, søgdu fleiri, hvussu gott tað var við at koma hvør øðrum við, og at løtan eftir guðstænastuna var so hugnalig við góðum práti og einum kaffimunni ,og hetta verður eisini á skránni í ár.

Fyri børnini er tað kanska serliga, at hoppiborgirnar verða blástar upp, umframt at møguleiki er fyri, at børnini eisini kunnu sparka og royna klatriveggin.

Kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroy

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder