2022-04-19 09:28
Í kvøld kl.19.30 verður árliga felagsgudstænastan hjá kirkjum og samkomum í Suðurstreymoy. Hetta er 16. árið at skipað verður fyri hesi gudstænastu.
Í ár verður gudstænastan í Lívdini í Hoyvík. Umframt Lívdina eru hesar kirkjur og samkomur umboðaðar: Katólska kirkjan, Fólkakirkjan, Adventkirkjan, City Church, Filadelfia, Frelsunarherurin, Oasan og Immanuel.
Kirkjurnar og samkomurnar eru felags um skránna við sangi og tónleiki, upplestri og talu. Innsavnað verður til neyðstødd í Ukraina.
Kelda: folkakirkjan.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald