Byrjað verður við, at bál verður tendrað ein tíma fyri midnátt. Sørvágs kommuna slær fast, at tað er nýggjársnevndin, ið stendur fyri felagsbálinum á sandinum, og at fólk ikki mugu bera brennið til bálið.
Klokkan 23.30 verða blikkini tendraði, og stutt seinni kann tað av álvara hátíðarhaldast, at farið verið inn í eitt nýtt ár við fýrverki og øðrum.
Frá klokkan verður opið hús í Dansistovuni, har suppa verður at fáa. Nýggjársrøða við Eriku Kjærbæk verður í Wild West og síðani felagssangur. Hildið verður á so leingi lagið er til tað.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/12/29/890x590/1672315389r8e2ps3fk9.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald