2025-04-26 13:01

Sunnudagin 27. apríl klokkan 17 verður felagskonsert í Fríðrikskirkjuni við Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni, Kristiliga Sangkórinum og Sandskórinum.
Susanne Brattaberg er kórleiðari hjá øllum trimum kórunum.
Eisini luttaka musikskúlanæmingar frá Nes Sóknar Musikkskúla, sum fara at spæla saman við kórinum.
Føroysk og útlendsk løg verða framførd, m.a. eftir H. J. Højgaard, Knút Olsen og J. S. Bach.
Konsertin er partur av skránni hjá Várdøgunum í Nes kommunu.
Nes kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald