Mentan

Felagssangur um alt Føroyar í kvøld

Verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF klokkan 19

Soleiðis sær vanliga út á ólavsøku, men í ár verður helst eitt sindur øðrvísi. Í kvøld verður ein brellibiti av, hvussu tað kann fara at síggja út. Felagssangur umvegis sjónvarpið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-22 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 19 í kvøld verður lagt upp til felagssang av teimum heilt stóru. Tí í Reinsarínum fara Poul Jákup Thomsen við øðrum, at syngja fyri, og allir teir góðu slagararnir eru á skránni.

- Hóast vit ikki kunnu savnast fyri tíðina, so kunnu vit saktans hugna okkum upp á ektaðan føroyskan manér, og tað gera vit best við felagssangi, verður sagt úr Tórsgøtu.

Manningin, sum verður garantur fyri teimum góðu slagarunum eru Hjalti Skaalum, Ísak Jacobsen, Kári Olsen, Poul Jákup Thomsen og Jóanis Erik Køtlum.

Byrjað verður klokkan 19, og tað verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder