placeholder
Innanlands

Fenja og Angela fáa legat til nýggja útbúgving

16 ára gomlu Angela Djurhuus úr Kollafirði og Fenja Poulsen úr Havn verða millum teir 32 næmingarnar í nýggjum norðuratlantiskum studentaflokki. Báðar hava fingið 75.000 kr. í útbúgvingarlegati frá BankNordik

2019-06-25 13:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá ið nýggi norðuratlantiski studentaflokkurin byrjar í august, verða
16 ára gamla Angela Djurhuus úr Kollafirði og 16 ára gamla Fenja
Poulsen úr Havn millum teir 32 næmingarnar í flokkinum. Báðar hava
fingið 75.000 kr. í útbúgvingarlegati frá BankNordik.

Nýggja útbúgvingin gevur ungum í Norðuratlantshavi møguleika at nema sær eina heilt serliga og fjølbroytta studentsútbúgving, samstundis sum tey lesandi fáa høvi at búgva í fleiri londum og uppliva ymiskar mentanir. Skúlagongdin tey trý útbúgvingarárini verður nevniliga býtt millum Danmark,
Føroyar, Ísland og Grønland.

150.000 kr. í legati
Av tí at tey lesandi fara at hava útreiðslur til vistarhald og ferðing millum tey fýra londini, letur BankNordik til samans 150.000 kr. í útbúgvingarlegati, ið skal lætta um fíggjarligu byrðuna hjá teimum ungu. Fenja Poulsen og Angela Djurhuus, sum báðar søktu legatið til útbúgvingina, eru fegnar um fíggjarliga stuðulin frá BankNordik í lestrartíðini, og tær gleða seg til skúlabyrjan.

“Tað er sera spennandi at sleppa uttanlands at lesa og samstundis kunna ferðast og uppliva eina rúgvu”, sigur Fenja. Eisini Angela væntar sær eina spennandi skúlagongd í norðuratlantiska studentaflokkinum. “Eg havi valt júst hesa útbúgving, tí hon gevur mær møguleika at royna nakað áhugavert og øðrvísi, samstundis sum eg vóni at fáa vinfólk úr ymiskum londum,” sigur Angela.

Trý ár, fýra lond
Eftir summarfrítíðina fara Fenja og Angela saman við hinum næmingunum í norðuratlantiska studentaflokkinum til Danmarkar, har tær skulu ganga í 1.g. Í 2.g gongur leiðin til Kambsdals í Føroyum og harnæst til Íslands, og síðani skulu tær skulu ganga í 3.g í Grønlandi.

BankNordik vónar, at legatið kemur væl við hjá teimum lesandi. ”Vit vilja fegin stuðla føroyskum ungdómi í at mennast fakliga og mentanarliga, og við norðuratlantiska studentaflokkinum fáa tey lesandi høvi at uppliva ymiskar mentanir og útbúgvingarstovnar, sum vónandi kann vera við til at geva teimum góðan lærdóm og víðka teirra sjónarring”, sigur Anja Rein, privatkundastjóri í BankNordik.

Hetta er fyrstu ferð, at norðuratlantiski studentaflokkurin verður royndur. Til ber at lesa meira um útbúgvingina á www.nordatlantisk.dk.

- BankNordik

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder