Uttanlands

Fer at kosta 45 milliardir krónur at byggja heilsuverkið í Gaza uppaftur

Tað er stórt trot á alneyðugum heilivági, útgerð og heilsutarvsfólkum, sigur aðalstjórin í WHO

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri í WHO (Mynd: EPA)

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri í WHO (Mynd: EPA)

2025-10-24 19:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað fer at kosta í minsta lagi sjey milliardir dollarar - 45 milliardir krónur - at byggja heilsuverkið í Gaza uppaftur, metir Heimsheilsustovnurin (WHO).

– Tað eru eingi sjúkrahús í Gaza, sum eru fullkomiliga virkin, og bert 14 av 36 eru virkin yvirhøvur. Tað er stórt trot á alneyðugum heilivági, útgerð og heilsutarvsfólkum, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri í WHO sambært Ritzau.

Eisini sigur hann, at tað hóast vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas hevur verið galdandi í tvær vikur nú, framvegis ikki kemur nóg mikið av marvørum inn í Gaza.

– Støðan er framvegis vanlukkulig, tí tað, sum kemur inn, er ikki nóg mikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder