Prísurin fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin er ikki endaliga settur enn, men Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlar, sigur við Kringvarpið, at hann verður væntandi millum 50 og 100 krónur hvønn vegin.
Eingin endalig avgerð er tikin, men væntandi verður prísurin millum 50 og 100 kr. fyri ein túr gjøgnum tunnilin. Teitur Samuelsen sigur, at hann vildi mett, at kostnaðurin verður onkrastaðni um miðjuna har, møguliga eitt sindur lægri.
Orsøkin til at kostnaðurin er fyri ein túr gjøgnum tunnilin er, at fólk annars kunnu koyra ein túr gjøgnum tunnilin og so koyra eftir oyggj hinvegin.
Liðugt verður at bora um einar tríggjar vikur og koyrandi verður fyri vanliga ferðslu við ársenda 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald