![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tá Margretha drotning fyri einum góðum mánað síðani talaði beinleiðis til fólkið, kom hon við einari áheitan til fólkið um at taka koronakreppuna í álvara. Í dag talaði drotningin aftur beinleiðis til fólkið, hesuferð í sambandi við 80 ára føðingar hennara, og har var korona eisini eitt evni, sum fylti nógv.
Drotningin vísti á, at hon, eins og nógv onnur, plagar at feira føðingardagar saman við familju og vinfólki, og eftir ætlan skuldi hon eisini halda ein stóran føðingardag í dag, men orsakað av koronasmittuni, varð hetta av ongum.
– Vit hava fingið vitjan av einum óynsktum og vandamiklum gesti, sum hevur sett sín dám á alt landið. Nógvar veitslur, konfirmatiónir og brúdleyp eru ávikað, og soleiðis bleiv eisini við mínum føðingardegi, segði hon.
Margretha drotning legði tó afturat, at hóast 80 ára føðingardagur hennara ikki bleiv, sum hon hevði ætlað, hevur talan kortini verið um ein minnisríkan føðingardag.
– Eg fari at minnast aftur á mín 80 ára føðingardag sum nakað heilt serstakt, ein av teimum mest minnisríku. Eisini her varð tað prógvað, at tá kreppan rakar okkum, kunnu og fara vit at standa saman – tó við frástøðu.
Eisini rósti Margetha drotning danir fyri teirra handfaran av støðuni.
– Vit eru í ótryggum tíðum, men vit síggja eisini, at øll gera sær ómak fyri at klára seg undir kreppuni og fylgja tilmælini frá myndugleikunum, segði drotningin. Nógv bendir á, at vit saman eru við til at fáa tamarhald á sjúkuni. Vit hava prógvað, at vit kunnu taka okkum saman, og at tað gongur rætta vegin, men tað er nú tað krevst, tí vit eru ikki komin ígjøgnum hetta enn, segði hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald