Innanlands

Fer at økja um ferðslutølini á Vága Floghavn

Norska flogfelagið fer at flúgva millum Bergen og Føroyar tvær ferðir um vikuna. Nýggj flogfeløg koma við nýggjum kundagrundarlagi og byggja í størsta mun á egin viðskiftafólk, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri

(Mynd: Widerøe)

(Mynd: Widerøe)

2021-06-29 15:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Norska flogfelagið Widerøe hevur í dag boðað frá, at tey í heyst fara undir regluliga ferðafólkaflúgving millum Bergen og Føroyar.  Farið verður undir flúgvingina tann 3. september, og byrjað verður við at flúgva tvær ferðir um vikuna, mánadag og fríggjadag. Málið er við tíðini at økja um títtleikan.

- Tað er neyvan ivi um, at hetta fer at hava jaliga ávirkan á ferðslutølini hjá Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild.  Royndir okkara vísa, at nýggj flogfeløg koma við nýggjum kundagrundarlagi, tí tey í størstan mun byggja sína ferðslu á egin viðskiftafólk. Tað vísa tær skrásetingar Vága Floghavn hevur gjørt av samansetingini av ferðafólkum hjá teimum flogfeløgum, sum virka á marknaðinum hjá okkum, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Widerøe fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina.  Hesi taka 78 ferðandi og fer túrurin at taka umleið ein tíma og trý korter. Um tørvur verður á tí hevur felagið møguleika at nýta størri flogfør.

- Vit eru ógvuliga spent upp á hesa verkætlanina og síggja hana sum eitt stig á leiðini, at menna bæði floghavnina og ferðavinnuna her heima, sigur Regin I. Jakobsen at enda.

Widerøe er størsta regionala flogfelag í Skandinavia og hevur rættiliga gott samband til so at siga alt Noreg úr Bergen. Talan er um 49 ferðamál í Noregi og Europa, hóast ikki ber til at flúgva til øll hesi beinleiðis úr Bergen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder