Uttanlands

Fer framvegis at vera ráðgevi hjá Trump

– Eg komi framvegis á vitjan, og eg fari framvegis at vera ein vinmaður og ráðgevi hjá forsetanum, sigur Elon Musk, sum hevði sín síðsta almenna arbeiðsdag í gjár

Elon Musk og Donald Trump hava tíðindafund í skrivstovuni hjá forsetanum í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

Elon Musk og Donald Trump hava tíðindafund í skrivstovuni hjá forsetanum í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

2025-05-31 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, fríggjadagin hevði ríkmaðurin Elon Musk síðsta almenna arbeiðsdag í umsitingini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Men Musk verður framvegis at finna í Hvítu Húsunum.

– Eg komi framvegis á vitjan, og eg fari framvegis at vera ein vinmaður og ráðgevi hjá forsetanum, sigur hann.

Musk hevur virkað sum ráðgevi og leiðari í nyggju Doge-deildini (Department of Government Efficiency), sum hevur til endamáls at seta í verk sparitiltøk í almenna geiranum.

Trump takkaði í gjár Musk fyri "tær risastóru broytingarnar", sum hann hevur verið við til at seta í verk.

– Hetta er ikki endin á Doge, men í roynd og veru bara byrjanin, sigur Trump.

Higartil er ætlanin, at Doge skal virka fram til juli 2026, skrivar Ritzau.

Musk hevur áður lovað, at hann skuldi hjálpa statinum at spara 2000 milliardir dollarar. Enn er tó ógreitt, hvussu nógvar sparingar eru settar í verk higartil, og fleiri skerjingar eru ógildaðar av amerikonskum dómstólum, og fleiri mál verða enn viðgjørd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder