Innanlands

Fer nógv niður í løn

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsskipanina sum øll onnur, tað tíðarskeiðið hann er í barsil

Bjarni Kárason Petersen og lítla Bjarta (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Bjarni Kárason Petersen og lítla Bjarta (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2023-02-03 11:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

1. februar fór landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárson Petersen, í barsilsfarloyvi.

Næstu átta vikurnar verður hann í farloyvi, og tað verður sum øll onnur í barsilsskipanini.

Tað merkir, at hann fer langt niður í løn. Landsstýrisfólk fáa 73.508 krónur í lønarsamsýning um mánaðin, og í barsilsskipanini er mesta útgjald 25.000 krónur um mánaðin.

- Barsilsgjaldið verður roknað eftir miðal mánaðarligu A-inntøkuni seinasta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar, skrivar Barsilsskipanin á heimasíðuni.

- Hevur tú tjent minni, fært tú minni. Hevur tú tjent meira, mást tú vera tann peningin fyriuttan, um tú ikki hevur aðra avtalu við arbeiðsgevaran hjá tær. Umframt útgjaldið fært tú eisini 8 prosent í bundnum eftirlønargjaldi, verður sagt.

Vónar at fleiri pápar síggja virði í at fara í barsil
- Fyrsta tíðin saman við barninum er serstøk. Vit pápar eiga eisini hesa tíðina, men duga kanska ikki so væl at raðfesta hana. Tað er ein tíð, ið tú ikki fært aftur, og er tískil dýrabar, og ta tíðina ynski eg at raðfesta og njóta til fulnar. Eg vóni, at fleiri pápar fara at síggja virði í at fara í barsil í framtíðini, óansæð um man er landsstýrismaður, handverkari ella lærari, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Meðan landsstýrismaðurin er í barsil, tekur løgmaður sær av hansara málsøkjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder