Í dag var gongd sett á teir báðar nýggju ravmagnsbussarnar, sum nú skulu røkja leið 4 hjá Bussleiðini í Havn.
Hátíðardámur var í Steinatúni fyrrapartin, tá bussarnir fóru avstað á fyrsta sinni. Havnar hornorkestur spældi, og borgarstjórin helt røðu.
Nýggjur sáttmáli um bussleiðina varð undirskrivaður í apríl í fjør. Sáttmálin er galdandi frá januar í ár til og við desember 2031. Avtalað varð tá at keypa 15 nýggjar dieselbussar og 2 nýggjar elbussar at reka bussleiðina við frá 2023. Avtalað varð at koyra við elbussum á leið 4.
Og á býráðsfundi í apríl í fjør varð eisini samtykt, at umleggingin av allari bussleiðini til grøna orku skal fremjast seinast í 2027. Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini, kunnaði Heðin Mortensen um í røðu síni.
- Ætlaða loysnin er tíðarrøtt og besta lopfjølin til eina grøna loysn. Við hesi loysnini kunnu vit leggja um til grønar bussar, sohvørt vit eru klár, júst tí, at dieselbussarnir eru umsetiligir. Tað er ongin trupulleiki at sleppa av við teir.
- Royndirnar við at brúka elbussar á leið 4 koma at vera ein týðandi partur av grønu umleggingini hjá kommununi næstu árini, segði Heðin Mortensen.
Meira burtur úr røðuni og fleiri myndir á heimasíðuni hjá kommununi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald