Átakið hjá Visit Faroe Islands, ið hevur til endamáls at fáa ferðafólk at koma til landið og vera við til at rudda upp í og hampa um føroysku náttúruna, fer av bakkastokki 26. Apríl í ár, kring alt landið.
Tvøroyrar Kommuna er við í átakinum og er tað Hvannhagi, sunnari partur, ið verður umfataður av átakinum. Ferðafólkini, uml. 110 í tali, koma heim við trimum ymiskum fløgførum hin 25. apríl. Fyrst fer ferðalagið til Bíggjar á Vágoynni, har tey verða skipaði í bólkar, ið skulu sendast kring oyggjarna.
10 av hesum skulu so víðari til Suðuroyar og eru tey í aldursbólkinum 30-60 ár. Eftir at hava yvirnáttað á Tvøroyri og fingið ein góðan morgunmat, verður lagt til brots í Hvannhaga, har gøtan skal hampast, garður lagast upp og ábøtur gerast á portur, skrivar Tvøroyrar kommuna. Hetta er í Froðbiar parti av Hvannhaga og arbeiðið verður gjørt í samráð við arbeiðsmenn hjá Tvøroyrar Kommunu.
Tá tey eru liðug fyri dagin, fara ferðafólkini til Vágs, har tey eisini yvirnátta. Dagin eftir, hin 27. Apríl, verður arbeitt í Vági, inntil farið verður í tyrlu til Havnar, har stór veitsla verður fyri øllum teimum luttakandi, ið Visit Faroe Islands Skipar fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald