2025-06-28 20:13

Umleið klokkan 19 í kvøld kom fráboðan frá MS Norrønu um, at ferðafólk høvdu lagt merki til, at ein persónur datt av Norrønu.
Skiparin tók alt fyri eitt avgerð um at seta eina leiting í verk, og norsk leitingarskip og tyrla frá Kystvakten leita nú á staðnum.
Hetta skrivar Smyril Line í fráboðan.
Meira kunning kemur seinni í kvøld, sigur reiðarríð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald