2019-07-23 08:02
Hagastýrið í Mykinesi hevur avgjørt at steingja lundalandið í Lamba og atgongdina út í Hólmin næstu tíðina. Orsøkin er, at lendið og gøturnar ikki tola ferðsluna.
Tað hava verið sera nógv ferðafólk seinastu tíðina, og tá tað samstundis hevur verið rímiliga vátt í lendinum, so er nógv trýst á gøtunum.
Tað er ógreitt, hvussu leingi tað verður stongt fyri ferðafólki. Eftir ólavsøku verður lendið kanna aftur, og nýggj støða verður tikin.
Kelda: KVF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald