Uttanlands

Ferðafólkaskip rent á land í Eysturgrønlandi

Roynir at koma leyst aftur við egnari hjálp

Ocean Explorer er bygdur í 2021 og hevur vitjað í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ocean Explorer er bygdur í 2021 og hevur vitjað í Føroyum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-12 11:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ferðafólkaskip er rent á land í Alpefjørðinum nærhendis Mestersvik í Tjóðarparkini í Eysturgrønlandi, skrivar Sermitsiaq.

Vaktleiðarin hjá grønlendsku løgregluni hevur váttað tíðindini fyri blaðnum.

- Vit fingu boðini klokkan 15.10 lokala tíð mánadagin, sigur hann.

Talan er um skipið Ocean Explorer, sum hevur 206 fólk umborð. Sambært myndugleikunum hevur ongin fingið skaða í hendingini.

Roynt verður at fáa skipið leyst aftur tá tað fløðir, ljóðaðu boðini í morgun.

Arktisk Kommando sigur, at verjuskipið Knud Rasmussen er sendur á leiðina at veita ferðafólkaskipinum hjálp, men tað tekur nokk fleiri samdøgur áðrenn verjuskipið er komið fram á leiðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder