Innanlands

Ferðafólkatalið í Vágum fer aftur at seta met

Ferðafólkatalið var 438.218 1. desember - harvið fer tað í hesum mánaðinum uppum 444.035, ið var samlaða talið fyri 2024 - og met

Tað er gott, at viðførisbandið er størri nú: Trýstið á Vága Floghavn við mongum ferðandi er har (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað er gott, at viðførisbandið er størri nú: Trýstið á Vága Floghavn við mongum ferðandi er har (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-11 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vóru 444.035 ferðingar umvegis Vága Floghavn. Hetta setti metið hjá føroyska flogvøllinum.

Nú, eitt ár seinni, verður tað tikið.

Kringvarpið skrivar, at til 1. desember 2025 var ferðafólkatalið 438.218. 

Hetta eru fýra prosent fleiri, enn tað vóru til 1. desember 2024 - og bert beint yvir 6.000 færri enn alt árið í fjør.

Harvið verður metið hjá flogvøllinum sett av nýggjum í jólaferðsluni. 

Ferðslan í november 2025 var eisini væl størri enn í november í fjør. 6,1 prosent størri, sigur KVF við tølum frá Vága Floghavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder