Tað sum so nógv stúrdu fyri fyrr í dag er nú vorið veruleiki: Ein persónur sum kom við flogfari hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn tíðliga seinnapartin vísti corona sjúkueyðkenni umborð.
Les eisini: 600 hava skrivað undir áheitan um ferðafólkaforboð til Føroyar
Næstan beint eftir lending sóust fólk í trygdardraktum fara umborð.
Mynd: KVF
Sí eisini:
Hildu ferðafólkum aftur
Spyr.fo: Fólkið vil støðga flogferðsluni
Landlæknin váttar fyri kvf.fo, at persónurin nú er í sóttarhaldi, og at royndir eru tiknar av viðkomandi. Sambært Lars Fodgaard Møller verður úrslitið væntandi klárt í morgin.
Kringvarpið skrivar, at ferðafólk, sum sótu frammanfyri og aftanfyri viðkomandi í flogfarinum, eru farin til hús. Tað er tó møguleiki fyri at tey skulu í sóttarhald, sigur Lars Fodgaard Møller - tað er um royndin er positiv.
Eiga Føroyar at steðga allari flúgving
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald