Innanlands

Ferðamannaskip aftur á Eiði um eina viku

Spitsbergen, sum vitjaði á Eiði í 2017, kemur aftur til bygdina tann 14. mai

Mynd: Eiðis kommuna

Mynd: Eiðis kommuna

2019-05-07 21:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eiðis kommuna kann aftur nú bjóða MS Spitsbergen vælkomnum til Eiðis.

Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at MS Spitsbergen sum vitjaði í 2017, kemur aftur á vitjan um eina viku, 14.mai.

Eftir ætlan kemur skipið um morgunin og fer avstað aftur seint um kvøldið.

placeholder
placeholder