Innanlands

Ferðavinnufelagið: Matvøruvirksemi krevur loyvi

Heimablídni er eitt týdningarmikið tilboð í ferðavinnuni, tá ið tað verður brúkt sambært reglugerðini. Tað kemur tíverri fyri, at Heimablídni verður misbrúkt, og at talan kann vera um ólógligt virksemi, sigur felagið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-24 17:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú tað hevur vundið upp á seg, at alt fleiri selja mat heimanífrá, tað verið seg køkur, pitsur, matveiting til tiltøk og annað, minnir Ferðavinnufelagið á, at matvøruvirksemi í allarflestu førum krevur loyvi.

Undantikið kravinum um løggilding er hissini søla – søla, sum abra fer fram fáar ferðir um árið – og heimablídni, matur ið er veittur í privatum húsarhaldum.

Ferðavinnufelagið sigur, at Heimablídni er eitt týdningarmikið tilboð í ferðavinnuni, tá ið tað verður brúkt sambært reglugerðini. Tað kemur tíverri fyri, at Heimablídni verður misbrúkt, og at talan kann vera um ólógligt virksemi, sigur felagið sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

– Fyri at verja tað gódkenda/løggilda virksemið er tað neyðugt at boða frá hesum virksemi, sum ikki virðir ásettu treytir og reglugerðir. Matstovuvinnan er hart rakt av korona og stríðist fyri at yvirliva, tí er tað umráðandi at henda vinnan ikki eisini skal kappast við ólógligt Heimablídni.

Ferðavinnufelagið vísir til vegleiðing hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um, hvussu ein ber seg at fyri at søkja um løggilding til matvøruvirksemi, umframt heimablídni og hissini sølu. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder