Innanlands

Ferðslan í høvuðsstaðnum avmarkað í sambandi við kongaligu vitjanina

Í sambandi við, at kongshjúnini vitja í Havn í dag, eru fleiri vegir við atknýttum parkeringsplássum stongdir millum klokkan 8 og 14

Kongshjúnini og yngsta barn teirra, Josephine prinsessa komu til Føroyar í gjár, og tá varð vitjað í Koltri (Mynd: Det danske Kongehus)

Kongshjúnini og yngsta barn teirra, Josephine prinsessa komu til Føroyar í gjár, og tá varð vitjað í Koltri (Mynd: Det danske Kongehus)

2025-06-11 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríðrikur kongur og Mary drotning vitja í høvuðsstaðnum í dag, og í hesum sambandi boðar Tórshavnar kommuna frá fleiri ferðsluavmarkingum.

Fleiri vegir og parkeringspláss verða stongd í dag millum klokkan átta og 14.

Talan er um fylgjandi vegir við atknýttum parkeringplássum:

  • Havnargøta
  • Undir Kjallara
  • Undir Bryggjubakka
  • Vágsbotn frá Bøgøtu
  • Kongabrúgv
  • Kopargøta
  • Áarvegur
  • Húsabrúgv
  • Tinghúsvegur niðan til Bøkjarbrekku
  • Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman til Vaglið
  • Sverrisgøta til Magnusar Heinarssonar gøtu
  • Tórsgøtu frá Steinatún oman til Vágsbotn
  • Bryggjubakki til Bringsnagøtu

[object Object]

Skráin fyri vitjanina í dag sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder