Innanlands

Ferðslan nakað tarnað: Spula olju av vegnum

Ein slanga farin á einum lastbili og olja komin á vegin

2018-06-27 14:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðslan frá Magn við Ringvegin og niðan móti Norðurlandahúsinum er í løtuni tarnað, tí ein slanga er farin á einum lastbili, og olja er komin á vegin.

Fráboðanin kom um hálvgun tvey tíðina, men orsakað av nógvu ferðsluni á leiðini slapp sløkkiliðið ikki framat.

Nú er løgreglan á staðnum, og steðgar ferðsluni, so oljan kann spulast av vegnum.

Væntandi er koyrandi aftur um eina løtu, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder