Innanlands

Ferðslan var tarnað í 20 minuttir vegna ferðsluóhapp

Ein skutari og ein bilur rendu saman á Lambareiði í morgun. Tann eini førarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið

Langar bíðirøðir við Lambareiði í morgun

Langar bíðirøðir við Lambareiði í morgun

2023-01-25 09:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um átta tíðina í morgun hendi eitt ferðsluóhapp á Lambareiði. Hetta var, tá ein skutari skuldi út á landsvegin við Lambareiði.

Skutarin rendi saman við einum bili, og førarin á skutaranum fekk skaða í beinið. Hann varð førdur á Landssjúkrahúsið. Løgreglan veit ikki meira um ferðsluóhappið í løtuni.

Orsakað av ferðsuóhappinum varð ferðslan í økinum tarnað í umleið tjúgu minuttir, upplýsir løgreglan, sum leiddi ferðsluna, so hon kom í rættlag aftur. Tað gjørdi hon, tá klokkan var trý korter til níggju.

Langar bíðirøðir vóru á eystara armi av Skálafjørðinum, har ferðslan er nógv hesa tíðina av degnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder