2026-02-16 13:30
Nú er ikki loyvi at koyra skjótari enn 30 kilometrar um tíman í Skopunarbygd.
Ferðskelti eru sett upp, sum avmarka ferðina.
- Hetta er liður í at gera tað tryggari hjá okkum øllum, sum ferðast í bygdini, skrivar Skopunar kommuna á heimasíðuni.
Seinastu árini, og kanska serliga síðani tunnilin lat upp, er ferðslan økt sera nógv í Skopun. Tí er tað av alstórum týdningi, at seta átøk í verk, sum kunnu vera við til, at gera tað tryggari hjá okkum øllum at ferðast á vegunum í Skopun, skrivar kommunan, sum eisini sigur, at næsta átakið, ið verður sett í verk, verður at gera bungur, har tørvur er á tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald