
Aftur í ár fer Landsverk, í samráð við Sunda kommunu, at seta ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík.
Hetta skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari í dag. Staðfest verður at skipanin verður tikin í nýtslu aftur 1. juni, um tað gongst sum ætlað.
Ferðsluljós vórðu sett upp í Líðini síðsta summar. Hetta fyri at fáa ferðsluna til og frá Tjørnuvík at glíða betri, og fyri at tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á smala strekkinum.
Tað hava verið ávísir trupulleikar við vegastrekkinum; millum annað um summarið tá nógv ferðafólk og onnur koma til bygdina. Sunda kommuna boðar frá, at skipanin við ferðsluljósinum skal vera betri í ár:
- Sum nakað eyka í ár verður klokka sett á ferðsluljósini. Hetta merkir, at bíðitíðin í mesta lagi verður 5 minuttir og 12 sekund. Hetta er nærum helvtin av bíðitíðini síðsta summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald